Barnaergoterapi - hvat merkir tað?

Ergoterapi til børn stuðlar trivnað og menning í gerandisdegnum. Fleiri familjur velja ergoterapi, tá gerandisdagurin gerst ov møtimikil hjá barninum.

Tað kann t.d. snúgva seg um:

  • Trupulleikar við fín- og grovmotorikkinum

    (grundmotorikkur sum heild, og menningin av motorikki, t.d. skriva/klippa/tekna, eta/drekka)

  • Munnmotorikkur

    (Børn, sum hava trupult við at eta, drekka og svølgja)

  • Sansir og sansaskipan

    (Børn, sum eru útfordraði á sansunum, t.d. ljóðviðkvæmi, føliviðkvæmi, blíva lætt svimbul/koyrisjúk, eru kræsin, o.a.)

  • Aktiv primitiv refleksir

    (Kunnu elva til trupulleikar við at hugsavna seg, at sita still/ur, kropsrørslur og hava tamarhald á impulstýring)

  • Stressað nervalag

    (kann elva til at barnið hevur ilt í høvdinum/búkinum, trupult við kensluregulering, stúrir, hevur ótta fyri ymiskum støðum, ella at barnið aftrar seg at fara í skúla)

  • Trupulleikar við sosialum støðum, atferðartrupulleikar

    (Barnið veit ikki hvussu man skal vera í sosialum støðum, hevur trupult at avlesa sosialar óskrivaðar reglar, hevur óhóskandi atburð o.a.)

Vit hava skeiðir og royndir innan hesi øki:

  • Fín- og grovmotorik

    (Vit kunnu gera eina motoriska metan av grundmotorisku menningini hjá barninum)

  • Munnmotorik

    (Oral Placement Therapy, dysfagi, tunguband, orofasialar trupulleikar, og børn sum virka kræsin og hava trupult við at eta)

  • Sansir og sansaskipan

    (Vit brúka Sensory Profile og Sensory Processing Measure og hava nógvar royndir at ráðgeva og vitan innan hetta økið)

  • Primitiv refleksir

    (Kanna primitivu refleksini, og veita venjingarætlanir og ráðgeving)

  • Nervalag

    (Vit hava skeiðir innan Polyvagalu teori´ina og útbúgving sum bio-psyko-sosialir barnastress vegleiðarir. Við at brúka Polyvagalu teori´ina og “Sjóhesta-mat” kunnu vit geva tær hugskot til hvussu tú hjálpir barninum sum hevur eitt overvað nervalag)

  • Stimulastik

    (Vit bjóða bólkavenjing til foreldur og pinku- og smábørn, eftir tørvi. Vit hava eisini møguleika at undirvísa í grundmotorikki hjá pinku- og smábørnum)

  • Ergonomi

    (Sum ergoterapeutar hava vit vitan innan ergonomi og arbeiðsumhvørvi. Vit bjóða fyrilestrar og undirvísing um hetta evni)

Ergoterapeutar hava sáttmála við Heilsutrygd (sí heilsutrygd.fo)

Læknaávísing:

  • Ein læknaávísing er galdandi fyri 12 klipp, og dekkar 50% av kostnaðinum. Restina gjalda foreldrini.

  • Tey børn, sum eru tilknýtt sjúkrahúsverkinum, kunnu fáa ávísing frá barnalækna. Í hesum føri er læknaávísingin galdandi 1-2 ár.

  • Er læknaávísingin ikki komin í lag við uppmøting til viðtalu ella viðgerð, gjalda foreldrini fulla upphædd fyri viðtalu/viðgerð, inntil læknaávísingin fyriliggur.

Foreldragjald:

  • Foreldragjaldið verður goldið eftir hvørja einstaka viðgerð í Ergoblómuni, ella eftir avtalu við einstaka ergoterpeut.

  • Í ávísum førum hava foreldrini rætt til at fáa stuðul frá Almannaverkinum til at gjalda foreldrapartin av kostnaðinum. Hetta er ikki galdandi fyri øll. Vit viðmæla at ein vendir sær til Almannaverkið fyri nærri kunning um hetta, áðrenn byrjað verður í Ergoblómuni.

Vit taka gjald fyri manglandi uppmøting og fyri avboð, sum eru komin sama dag, sum avtalan er.

Hvussu byrjar ein ergoterapeutisk viðgerðargongd?

Áðrenn ein skal til ergoterapeutiska viðtalu ella skal byrja at ganga til ergoterapi, mæla vit til at ein vendir sær til egnan kommunulækna, fyri at fáa eina læknaávísing til ergoterapi.

Øll børn millum 0-18 ár hava rætt til at fáa læknaávísing til ergoterapi frá kommunulækna.

Læknaávísing dekkar helvtina av gjaldinum til ergoterapi, hina helvtina gjalda foreldrini sjálvi.

Soleiðis gert tú:

  1. Set teg í samband við egnan lækna fyri at fáa eina læknaávísing

  2. Set teg í samband við Ergoblómuna á tlf 583871, og vit avtala eina viðtalu.

  3. Tak læknaávísinga við til viðtaluna.

Gev gætur:

  • Ein læknaávísing er galdandi fyri 12 klipp, og dekkar 50% av kostnaðinum.

  • Tey børn, sum eru tilknýtt sjúkrahúsverkinum, kunnu fáa ávísing frá barnalækna. Í hesum føri er læknaávísingin galdandi í 1-2 ár.

  • Foreldragjaldið verður goldið eftir hvørja einstaka viðgerð í Ergoblómuni, ella eftir avtalu við einstaka ergoterapeut.

  • Í ávísum førum hava foreldrini rætt til at fáa stuðul frá Almannaverkinum til at gjalda foreldrapartin av kostnaðinum. Hetta er ikki galdandi fyri øll. Vit viðmæla at ein vendir sær til Almannaverkið fyri nærri kunning um hetta áðrenn byrjað verður í Ergoblómuni.

  • Er læknaávísingin ikki komin í lag við uppmøting til viðtalu ella viðgerð, gjalda foreldrini fulla upphædd fyri viðtalu/viðgerð, inntil læknaávísing fyriliggur.

  • Vit taka gjald fyri manglandi uppmøting og fyri avboð, sum koma sama dag, sum avtalan er.

Ergoterapi er gott til børn, ið:

• hava trupult við at miðsavna seg og ringt við at sita í frið.

• hava trupult við at móttaka eini boð, sum eru til allan bólkin.

• hava trupult við at læra og/ella torført við at úttala.

• mennast seinri enn onnur.

• eru still, varin og afturhaldandi

• eru ”vill” og órólig.

• hava ringt við at sovna, ella sova óróligt.

• hava ringa balansu.

- Um hetta líkist tínum barni, kann talan vera um sansaintegratións trupulleikar, og kann hetta hjálpast við sansaintegratiónsvenjingum.

Børn mennast ymiskt – men ivast tú, um títt barn mennist sum tað skal, set teg í samband við okkum her.

Ymiskt, ið hevur verið sagt um viðgerðargongdir í Ergoblómuni:

Eg veit ikki hvussu, men tað riggar
Alt bleiv betri: sjálvsálit, hugsavnanin, tann kropsligi førleikin, og trivnaðurin sum heild í gerandisdegnum
Tit eru gerandishetjur